Innanlands

Fleiri myndir av nýggja Smyril Line-høvuðssætinum á Molanum

Bygningurin verður 8000 fermetrar til støddar, og skal vera liðugur í 2024

(Mynd: Søfart.dk)

(Mynd: Søfart.dk)

2022-06-21 18:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stásiligt nýtt høvuðssæti hjá Smyril Line verður bygt á Molanum. Enn er bygningurin ikki projekteraður og tí er ikki greitt enn hvussu nógv verkætlanin fer at kosta, men talan er um ein 8000 fermetrar stóran bygning.

Bygningurin fer at vera ferðafólkaterminalur, pakkhús og skrivstova.

Danski miðilin Søfart.dk kunngjørdi í morgun eina mynd av stásiliga bygninginum, sum Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, hevur teknað, og nú eru fleiri myndir tøkar.

Sí myndir:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder