Innanlands

Gevandi dagur

Í frískliga veðrinum mánamorgunin 13. mars bjóðaðu Sjómansmissiónin og Bróðurringurin á havinum sjófólki til dagin "Jesus við umborð"

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2023-03-15 09:31 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í frískliga veðrinum mánamorgunin 13. mars, hittust 20 mans í Leguhúsinum í Nesvík. Nakrir komu ikki vegna veður. 

Tað var Føroyska Sjómansmissiónin og Bróðurringurin á havinum, sum triðja árið á rað, bjóðaðu sjófólki til dagin, sum kallast: “Jesus við umborð”.

Dagurin er ætlaður til at savna sjófólk og til at stimbra tey í trúnni á Jesus. Byrjað varð kl. 09 og enda kl. 16.

Eftir góðan morgunmat og prát byrjaði Símun P. Jacobsen við evninum. “Kristin í 2023 - við ella móti rákinum”. Eftir døgurðan tosaði Torleif Johannesen um “Hvat er frelsa?”.

Síðsta evni hevði Ingolf Johannesen, tá hann tosaðu um: “Hvussu verða eg varðveittur í trúnni”?

Menninir vóru væl nøgdir og fleiri tóku eisini orðið, og søgdu frá ymiskum í samband við evnini. Vit fingu orðið á tríggjar av luttakarunum. 

- Hetta hevur verið ein góður dagur. Tað er altíð gott at savnast við góðum monnum og eg kenni meg styrktan í trúnni. Tað sigur Fríði Dam, sum siglir sum maskinmaður.

- Dagurin hevur verið styrkjandi og gevandi, og eg havi avgjørt hug at koma aftur til ein tílíkan dag, um er verði heima. Tað sigur Jóhann Simonsen, sum siglir sum maskinmaður.

- Hetta er fyrstu ferð eg eri við til hendan dagin. Vit hava hoyrt nógv gott og viðkomandi. Eg komi avgjørt aftur og vil viðmæla øðrum at koma við til dagin, sigur Amaliel Nesá, ið siglir sum dekkari.

Fyrireikarnir takka luttakarunum og teimum í køkinum fyri dagin. Um Gud vil og vit liva, verður dagurin aftur komandi ár.

Gud signi og varðveiti sjófólkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder