Innanlands

Gronin tikin av Teistanum

Í góðveðrinum var "visirið" tikið av Teistanum, sum er til 20 ára klassing á Mest

(Mynd: Mest)

(Mynd: Mest)

2021-05-31 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ymiskar eru uppgávurnar á Mest-skipasmiðjuni. Í góðveðrinum í dag varð “visirið”, sum tað eitur á fakmáli, tikið av Teistanum.

Hetta er liður í 20 ára klassingini av Teistanum har legurnar verða skiftar og stemplini umvæld – umframt annað klassingararbeiði. Arbeiðið uppá Teistan gongur annars eftir ætlan, sigur Mest.

Ternan røkir í løtuni siglingina hjá Teistanum á Sandoyarleiðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder