Innanlands

Havrannsóknarskipið sjósett í morgun

Skipið verður yvirtikið 4. september og síðani sleipað til Føroyar. Skrokkurin væntast í Føroyum á MEST skipasmiðjuni á Skála um miðjan september

2019-08-31 16:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fagrasta veðrið varð nýggja havrannsóknarskipið sjósett í litavska býnum Klaipeda á middegi í dag.

Stjórin á skipasmiðjuni WBS, Vitalij Frolov, hevði eina stutta røðu eins og at stjórin á Havstovuni Eilif Gaard í røðu síni gleddi seg um týdningin, sum nýggja havrannsóknarskipinum fær fyri Føroyar og framtíð okkara.

Mouritz Mohr, stjóri á MEST kom í síni røðu inn á góða samstarvið, sum hevur verið millum WBS, MEST og Havstovuna. MEST hevur havt fólk á staðnum í allari verkætlanini fyri at fylgja upp og tryggja at tær avtalaðu tíðarætlanir og góðskuatlit hava hildið. “Vit fegnast um at tíðarætlanirnar og tær avtalaðu veitingarnar hava hildið. Nú er tað upp til okkum í Føroyum at tryggja, at skipið verður gjørt liðugt og handað til avtalaðu tíð og góðsku”, sigur Mouritz Mohr.

Skipið verður yvirtikið 4. september og síðani sleipað til Føroyar. Skrokkurin væntast í Føroyum á MEST skipasmiðjuni á Skála um miðjan september – treytað av hvussu veðurlíkindini eru at sleipa yvir hav.

Her eru myndir frá hátíðarhaldinum í dag. Myndirnar vísa

  • Vitalij Forlov, Eilif Gaard og Mouritz Mohr, sum hildu røðu,
  • Skipið við bryggju í Klaipeda
  • Mynd av eigarunum av MEST, Petur Háberg Jacobsen, Eiler Jacobsen, Sámal Jacobsen og Mouritz Mohr
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder