Innanlands

Hetta er heilt óvanligt

Hesa tíðina plaga vit at royna mest á djúpum vatni eftir longu, svartkalva og øðrum, sigur garvaði línuskiparin á Volunteer, Jón Rubeksen

Jón Rubeksen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jón Rubeksen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-08-20 20:14 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Nei, hetta havi eg ikki upplivað fyrr. At rokast í toskafiskiskapi í august mánaði, er heilt óvanligt. Hesa tíðina plaga vit at royna mest á djúpum vatni eftir longu, svartkalva og øðrum, og ikki inni á grunninum eftir toski og hýsu, som vit gera nú. 

Tað sigur garvaði línuskiparin á Volunteer, Jón Rubeksen.

Síðstu tveir túrarnar hava teir fiskað 49.000 og 53.000 pundum av toski og hýsu í tríggjar og í fýra dagar. 

- Størra helvtin er toskur. Hann er eitt sindur ójavnur í holdum, men tað vísti seg, at nærri vit vóru landi, feitari var hann, sigur Jón.

Sjey mans eru við Volunteer, sum hevur verið besti bátur í bólki 4b í mong ár.

Á Sjómannadegnum leygardagin var Volunteer aftur heiðraður fyri mestu veiðu og mesta virði í bólki 4b. í 2018. Samstundis var tað fyrstu ferð, at ein bátur í tí bólkinum hevði fiskað fyri meiri enn 10 milliónir krónur.

Í messuni hongur skriftstaðið frá sálmi 103,2: 
“Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans!” 

Ja, nógv er at takka fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder