Uttanlands

ILA hóttir norska aling

Serfrøðingar óttast, at virusið kann koma í nýggjum formi

Myrk livur og ljósar táknir eru eyðkenni fyri ILA-raktan laks (Mynd: NRK / Geir Bornø)

Myrk livur og ljósar táknir eru eyðkenni fyri ILA-raktan laks (Mynd: NRK / Geir Bornø)

2020-08-20 16:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað vit óttast er, at sjúkan kemur í einum nýggjum frábrigdi, sum vit ikki hava sæð fyrr. Hendir tað, kann hon breiða seg nógv áðrenn vit eru varug við, hvat tað er, sum hendir.

Soleiðis sigur Ole Bendik Dale, leiðari í deildini fyri lívfrøðistrygd í norska Veterinærinstituttet. Orsøkin er, at norskir djóralæknar bera ótta fyri, at ILA virusið kann vera ein nógv størri hóttan móti alivinnuni, enn higartil hildið.

Tað skrivar NRK, sum siterar IntraFish fyri søguna.

ILA er ein kend smitta, sum legst á laks og elvir til innari bløðingar. Fiskurin gerst at enda so sjúkur, at hann doyr. Tí royna alibrúkini at avlíva rakta fiskin áðrenn sjúkan brýtur út.

Tá eitt alibrúk verður rakt, verða laksar í túsundavís slaktaðir. Í juni mánaði mátti felagið Salaks slakta 750.000 laksar, eftir at ILA varð staðfest í einum alibrúki í Sørreisa, skrivar NRK.

- Vit rópa varskó nú, tí vit mugu ansa væl eftir, so at vit ikki missa tamarhaldið á sjúkuni, sigur Ole Bendik Dale.

Hóast fiskurin er smittaður, er hann ikki vandamikil hjá fólki at eta. Men fiskur, ið er vorðin sjúkur, er ikki egnaður til mannaføði, og verður tí burturbeindur.

Í Noregi eru tað serliga alibrúk har norðuri í landinum, ið eru rakt. Harðast rakt eru Troms og Finnmark, upplýsir Mattilsynet.

Matvørueftirlitið fylgir smittuni nágreiniliga og tekur avgerð um at steingja smitturakt økir í royndini at forða fyri, at smittan breiðir seg.

Føroyska alivinnan var hart rakt av ILA-smittuni í 2000. Síðan tá hevur ILA ikki havt álvarsliga ávirkan á føroyska alivinni, tó at virusið onkuntíð er staðfest, men tað er eydnast at basa tí áðrenn tað slapp at spjaða seg til fleiri alibrúk. Ein tilburður var við Selatrað í 2014.

Les: ILA varð bast í føðingini  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder