Innanlands

Kambur helst skiftur út

Alt bendir á at reiðaríið aftanfyri Kamb er í gongd við at keypa norska línuskipið Østerfjord

Savnsmynd (Mynd: Sasho Bjartsson)

Savnsmynd (Mynd: Sasho Bjartsson)

2020-09-07 12:50 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað tykist at vera greitt, at Kambur verður skiftur út. Talan er um norska línuskipið Østerfjord, sum skal avloysa Kamb á Strondum.

Østerfjord var á Havnini fyrst í juli mánaða, og tá vóru fleiri áhugaðir keyparar og hugdu eftir skipinum, har í millum reiðaríið hjá Kambi á Strondum.

Østerfjord er bygdur í 1998, og er 46 metrar langur og 12 metrar breiður, í mun til Kamb, sum er bygdur í 1987, og er 38 metrar langur og 9 metrar breiður.

Keldur, sum Portalurin hevur tosað við siga, at avloysaraskipið hjá Kambi skal yvirtakast um miðjan oktober.

Østerfjord er upprunaliga bygdur sum Greir, men bleiv seldur til eitt annað norskt felag, tá ið nýggi Geir kom í norska flotan í 2010.

Tað skipið, sum avloysti Geir í 2010, er núverandi Klakkur í Klaksvík.

Eins og Klakkur, hevur Østerfjord eisini Moonpool skipanina, sum ger at línan verður drigin upp úr botninum á skipinum.

Vit hava roynt at fingið fatur á Kristmund Johannesen, reiðara á Kambi, til eina viðmerking, men tað hevur ikki eydnast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder