Innanlands

Móttøka fyri nýggja frystilínuskipinum í morgin

Almenn móttøka verður úti á Støð í morgin seinnapart, tá nýggja Sandshavið kemur til Sands

2022-05-22 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sambandi við at frystilínuskipið Kristrún, sum reiðaríið hjá Sandshavið hevur keypt úr Íslandi kemur til Sands mánadagin, verður almenn móttøka úti í Støð á Sandi klokkan 17 í morgin mánadagin.

Nýggja Sandshavið kom fyrr í dag til Føroya, og liggur nú á Havnini.

Nýggja skipið er 47,7 metrar langt og 9 metrar breitt, meðan Sandshavið er 34 metrar langt og 7,5 metrar breitt.

Nýggja Sandshavið er sama slag sum Kambur, Eivind og Jákup B, men eins og við Jákupi B, er nýggja Sandshavið longt, síðani tað var bygt. 

Skipið er keypt fyri umleið 17 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder