Innanlands

Myndir: Arctic Viking á Havnini

Skulu skifta manning, og fyri at minka um smittuvandan bleiv tað gjørt í Føroyum

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-04-03 20:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Rækjutrolarin kom beint eftir døgurða á Havnina, har teir skulu skifta fólk.

Arctic Viking hevur júst landað 478 tons av rækjum í Íslandi, og tá ið teir høvdu landað, varð avgerð tikin um, at koma á Føroyar, at skifta fólk.

Hetta varð gjørt, tí at tað verður ikki flogið millum Føroyar og Ísland, og við at koma á Havnina fingu teir eisini minka minst møguligt um smittuvandan.

Arctic Viking skal eisini gera okkurt smátt arbeiði hjá Mest á Havnini, áðrenn farið verður aftur til fiskiskap sunnudagin.

Sí myndirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder