Innanlands

Nýggjasta og mest nýmótans fiskiskip í ríkinum

Av stóru fiskiskipunum er Isafold tað mest umhvørvisvinarliga í ríkinum. Tað er eitt sokallað “Elektro- diesel” skip. Tað hevur seinastu dagarnar ligið á Fuglafirði

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2023-01-09 21:15 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í dag lá nýggja danska pelagiska skipið Isafold á Fuglafirði, og landaði makrel til Pelagos.

Skipið kom sum nýbygningur úr Bilbao í Spania fyrst í desembur, og landar nú av øðrum túri, og Pelagos hevur keypt báðar lastirnar. Isafold er eitt sera framkomið skip, men hvat er serstakt við tí?

- Av stóru fiskiskipunum er Isafold tað mest umhvørvisvinarliga í ríkinum. Tað er eitt sokallað “Elektro- diesel” skip. Tað vil siga, at skipið ikki hevur ein stóran høvuðsmotor, men fimm smærri Yanmar motorar, sum starta upp eftir tørvi, og veita streym til elmotorar, sum dríva báðar skrúvurnar. Haraftrat er ein battarískipan á 1130 kw. Tríggir motorar á 2250 kw. standa í maskinrúminum og tveir á 1320 kw standa frammi undir bakkanum. Isafold er óivað fyrsta stóra pelagiska skipið við elektro-diesel sum drívmegi, sigur skiparin Karsten Mølgaard, sum eisini er ein av eigarunum.

- Isafold er 87 metrar long og 20 metrar breið, og lastarúmini eru tilsamans 3700 fermetrar. Vit yvirtóku ein skipasáttmála frá Henning Kjeldsen, so skipið var teknað og farið í gerð eftir hansara tekningum, sum eisini hóska til okkara nýtslu, sigur hann.

- Vit skulu fiska sild, makrel, svartkjaft, hvítingsbróður, brisling og vónandi lodnu eisini. Skipið hevur sera góða køliskipan, er útgjørt bæði til trol- og nótafiskiskap og hevur síðuskrúvir bæði aftan og framman, sigur hann.

-Tað koma at vera umleið níggju mans við og tvær manningar hoyra til skipið. Skipið kemur at landa har prísurin er bestur, og nú er makrelprísurin bestur hjá Pelagos, og tí landa við her, sigur hann.

- Tá vit keyptu skipið, var tað tann samlaði handilin sum hevði okkara áhuga. Vit fingu eitt gott, stórt og nýmótans skip, sum var í gerð, og so fingu vit størri svartkjaftakvotu. Hetta er ein stór avgerð, sum vit trúgva og vóna er røtt. Tí vóna vit at gongdin hjá skipinum verður í lagið, sigur Karsten.

Gamla Isafold, sum er eitt gott skip frá 2006 er til sølu. Áhugi er fyri skipinum, men tað er ikki selt enn, sigur Karsten.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun og heilsaði uppá manningina. Guds orð var lisið, bøn biðin og signingin lýst. Eisini fingu teir heilsaninna: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við Isafold.

Fleiri myndir síggjast á Facebooksíðuni hjá Sjómansmissiónini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder