Innanlands

Nýggjur fóðurflaki til Hiddenfjord

Hóskvøldið kom nýggi flakin hjá Hiddenfjord til Sørvágs. Hann er gjørdur til at liggja ómannaður á útsettum aliøkjum

(Mynd: JT electric)

(Mynd: JT electric)

2023-01-09 17:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóskvøldið kom nýggi fóðurflakin hjá Hiddenfjord til Sørvágs. 

Talan er um ein fóðurflaka, sum kann taka 700 tons av fóðuri, og hann hevur seks fóðurlinjur. Flakin er gjørdur til at liggja ómannaður á meira útsettum aliøkjum, skrivar JT electric, sum hevur bygt flakan fyri Hiddenfjord.

Umframt at hava ein stóran fóður kapasitet, so er flakin fyltur við nýmótans tøkni, sum millum annað er framleidd á JT electric á Kambsdali.

Hetta er annar nýbygningur, sum JT electric byggir fyri Hiddenfjord.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder