Innanlands

Nýggjur spíri í fiskivinnuni

Páll Niclassen úr Klaksvík er sín fyrsta túr við Stelki. Hann letur væl at

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-09-03 08:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg haldi mær dámar sjólívið. Eg var ein túr til skips síðsta summar, og tað var ein góð uppliving. Í juni varð eg liðugur við níggjunda flokk, og so var nokk við skúlagongd. Nú ætli eg mær at sigla og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga.

Tað sigur sekstan ára gamli klaksvíkingurin Páll Niclassen, sum er sín fyrsta túr við samtrolaranum Stelki.

- Túrurin í fjør var við línuskipi, og nú eri eg við trolara. Longu nú haldi eg, at mær dámar betri trol enn línu, sigur Páll Niclassen.

Páll sigur eisini, at nærum allir vinir hansara sigla, so enn eru nakrir ungir dreingir, sum hava hug til sjólívið.

Eyðfinn Johansen, skipari á Stelki letur væl at Pálli. Hann er bæði hugaligur og raskur, so hann fær “tummil upp”. Skal sjóvinnuni og fiskivinnuni verða lív lagað, so mugu yngri menn og nýggjir spírar koma inn í vinnuna, sigur Eyðfinn.

Stelkur var á Runavík í morgun tí teir høvdu trupulleikar við motorinum. Teir sleppa vónandi avstað aftur í dag. Fiskiskapurin hevur verið smáligur, sigur Eyðfinn.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun og fekk eitt prát við nakrar av manningini.

Tíð var eisini til ein drekkamunn, Guds orð og bøn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder