Innanlands

Svartkjafturin spjaðir gulllaksin

- Eg haldi, at svartkjafturin blandar seg við gulllaksin og í og við, at so nógvur svartkjaftur kemur í senn, spjaðir hann óivað gulllaksin, sigur skiparin á Vesturbúgvanum

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-05-18 08:07 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit royndu víða hendan túrin. Vit byrjaðu suðuri móti markinum, so norður við Føroyabankakantinum og endaðu í Mykineskantinum, har vit fingu tey frægastu hálini.

Tað sigur Sámal Debes Davidsen, skipari á Vesturbúgvanum, sum samtrolar við Eysturbúgvan.

Mikudagin landaðu trolararnir 220 tons av gulllaksi á Toftum, sum var koyrt við bilum inn til Tavuna í Leirvík.

[object Object]

- Tað er nakað tað sama at fáa av gulllaksi í ár sum síðsta ár. Tað byrjar vanliga væl, og so minkar tað nakað burtur aftur um mánaðarskifti apríl/mai, tá svartkjafturin kemur norður í føroyskan sjógv. 

- Eg haldi, at svartkjafturin blandar seg við gulllaksin og í og við, at so nógvur svartkjaftur kemur í senn, spjaðir hann óivað gulllaksin. Fiskiskapurin plagar at batna aftur aftaná 20. mai, sigur Sámal.

- Tað er góður gulllaksur, vit fáa. Jú djypri vit royna, jú størri er gulllaksurin, og tí er hann størstur suðuri móti markinum, tí har er djúpast. Tað er sum oftast minni at fáa av gulllaksi um náttina, tí tá fer hann møguliga upp í sjógvin, sigur Sámal Debes Davidsen.

Sjey mans eru við hvørjum skipi.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á trolararnar, og tíð var til prát, drekkamunn, bíbliuorð og bøn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder