Innanlands

Tanum tikin upp

Bjargingarbáturin skal málast, og ætlanin er eisini at broyta navnið til Rescue Lív

(Mynd: Rescue LÍV)

(Mynd: Rescue LÍV)

2021-05-14 17:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánadagin varð bjargingarbáturin Tanum tikin upp, og hann skal nú málast av nýggjum.

Bjargingarbáturin er settur í eina av høllunum hjá Mest, og arbeiðið fer ætlandi at taka umleið tríggjar vikur. Ætlanin er at hava Tanum á sjónum aftur fyrst í juni mánað.

Tá báturin er komin á sjógv aftur nýmálaður og flottur verður hann settur aftur í tilbúgvingina, og tá er ætlanin at doypa bátin Rescue LÍV.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder