Innanlands

Vermland - nýggjasta skipið í flotanum

Niels Andrias Mortensen í Streymnesi hevur keypt handilsskipið úr Hollandi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-08-04 19:54 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í vikuni kom handilsskipið Vermland, nýggjasta skipið í føroyska flotanum, á Hvalvík.

Tað er Niels Andrias Mortensen í Streymnesi, sum hevur keypt skipið úr Hollandi.

- Við hesum skipinum skulu vit sigla við alifóðri í Norra og millum Norra og Ísland fyri Skretting. Vestland, hitt skipið hjá okkum, fer so at sigla fóðrið runt til alararnar í Íslandi. Vit hava siglt fyri Skretting síðani 2001 og eru bidnir um at sigla millum Norra og Ísland. Til ta siglingina var Vestland ov lítið og ikki nógv væl egnað. Ti hava vit nú keypt hetta skipið, sum er bæði nýggjari, tað er frá 2008 og nógv størri enn Vestland og í sera góðum standi, sigur Niels Andrias.

- Vit hava umbygt skipið til ein sjálvlossara og ætla um árslok at seta bógskrúvur í skipið bæði aftan og framman. Harafturat skulu vit seta eina skipan umborð, sum blæsur fóðrið umborð á aliflakarnar. Tá verður skipið væl egnað til siglingina fyri Skretting, sum vit hava gjørt eina langtíðar avtalu við, sigur reiðarin og eigarin Niels Andrias Mortensen.

- Skipið er 90 metrar langt og 13,7 metrar breitt og eitur 2950 tons deyðvekt. Motorurin er ein 2000 Hk. Wartsila. Skipið er í sera góðum standi og vónandi væl egnað til ætlaðu siglingina, sigur skiparin Johnny á Túgvu.

- Vit vera seks mans á hvørjari vakt, og verða umborð í fimm vikur og hava so frí í fimm vikur. Tríggir av hvørjari vakt eru fluttir av Vestland her umborð, so vit hava nakrar royndar á báðum vaktunum á báðum skipunum, sigur Johnny.

Sjómanstrúboðarin var hósmorgunin umborð og hevði andakt. Eisini fingu teir bøkur og annað frá Føroysku Sjómansmissiónini.

Hetta er als ikki fyrstu ferð, at Guds orð varð boðað umborð.

Hugaligt var at frætta, at fyrrverandi eigarin, sum eisini var skipari, samlaði manningina til gudstænastu í skiparasalongini hvørja viku. Har stóð, og stendur enn ein stór urgu, sum var nýtt í samband við gudstænastuna. Vónandi verður hon eisini framyvir nýtt til sama endamál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder