Innanlands

Vilhelm þorsteinsson á fyrsta túri

Komið í føroyska sjógv at royna eftir svartkjafti. Hetta er fyrsti túrurin hjá skipinum, sum lá á Fuglafirði tá Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-04-13 20:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Pelagiski trolarin- og nótaskipið, Vilhelm þorsteinsson, EA 11, hjá Samherja á Akureyri, er nýggjasta skipið í íslendska flotanum.

Skrokkurin er bygdur í Póllandi, og skipið er gjørt liðugt á Karstensen skipasmiðjuni í Skagen.

Skipið eru komið í føroyskan sjógv at royna eftir svartkjafti, sum samstundis er fyrsti túrur hjá skipinum.

Teir vóru í ørindum á Fuglafirði, og tá vitjaði sjómanstrúboðarin umborð og heilsaði uppá manningina. Hann las eisini eitt Guds orð, bað fyri manning og skipi og lýsti Guds signing.

- Skipið er spildurnýtt, so vit eru spentir at koma í gongd við fiskiskapin og royna skipið.

Vilhelm er 90 metrar langur og 16,6 metrar breiður og lastar 3500 tons. Hann hevur tveir Bergen Diesel motorar á 9400 hestar tilsamans,- Tað sigur Birkir Hreinsson, sum er annar skiparin.

- Vit eru vanliga 8 mans við, tá vit trola, meðan aðrir 8 mans hava frí. Vit eru umborð í umleið ein mánað og eru so heima í ein mánað. Hin skiparin er Guðmundur Jónsson.

Tá vit royna við nót, eru vit 11 mans við. Nú er hetta fyrsti túrurin, so vit eru 13 mans við og báðir skipararnir; so vit eru væl mannaðir, sigur Birkir.

-Hesin Vilhelm er komin í flotan fyri gamla Vilhelm þorsteinsson, sum var seldur til Russlands, men eitur framvegis Vilhelm. Tíðina frá tí, at gamli Vilhelm var seldur, til hesin kom, hava flestu av manningini siglt við Margret, til hon var keypt til Klaksvíkar og fekk navnið, Christian.

Bíbliuorðið var frá sálmi 68,20:
-Lofaður sé Drottinn er ber byrðar vorar dag eftir dag,
Guð er hjálpráð vort-

Signingin: 4. Mós.6,24-26:
-Drottinn blessi þig og varðveiti þig,
Drottinn láti sína ásjónu lýsa yfir þig og sé þér náðugur,
Drottinn upplyfti sínu augliti yfir þig og gefi þér frið-

Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við skipinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder