Danska uppsjóvarskipið Junior er selt til eitt felag í Marokko, har skipið nú fær heimstað.
Talan er um eitt uppsjóvarskip, sum ikki er heilt ókent her hjá okkum. Skipið hevur havt heimstað tvær ferðir í Føroyum, fyrst sum Nýborg og síðani sum Ango. Heimstaðurin var í báðum umførum Vágur.
Fyrst fekk skipið navnið Nýborg. Skipið kom í føroyska flotan í 2017, og bleiv selt aftur til Danmarkar tvey ár seinni - í 2019.
Seinni ferð skipið kom í føroyska flotan var tá ið tað bleiv keypt í 2021. Skipið fekk aftur heimstað í Vági, og tá fekk tað navnið Ango.
Skipið bleiv selt av landinum aftur árið eftir tá ið eigararnir keyptu eitt størri skip.
Júst hvat skipið er selt fyri vita vit ikki, men talan er um reiðarríið AB Ocean, sum hevur átt Junior seinastu árini.
Eigararnir av AB Ocean eru Asbjørn AS og Beinur AS, sum føroysku familjurnar Magnussen og Tindskarð í Hirtshals eiga.
Roynt hevur verið at selt Junior í eina tíð, og loksins eydnaðist tað at selja skipið uttan kvotur.
Eigararnir hava tó ongar ætlanir at keypa annað skip fyri Junior, av tí at onnur skip hjá eigarunum skulu fiska kvoturnar hjá Junior.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald