Fyrrverandi føroyski flakatrolarin Sjúrðarberg, verður í løtuni umbygdur í Spania, eftir at Thor keypti skipið í mars mánaða.
Í løtuni verður fyrrverandi føroyski flakatrolarin umbygur í Spania, har bæði skip og verksmiðja umborð skulu broytast.
- Tað gongur gott at arbeiða uppá skipið, og vit vænta at skipið verður klárt at fara til fiskiskap í september mánaða, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, sum keypti skipið frá JFK í Klaksvík.
Tá ið Sjúrðarberg bleiv seldur, upplýsti Thor, at skipið skuldi seljast víðari til eitt annað felag, sum Thor er partur av, og síðani strikast úr føroyska flotanum.
Rio Solis IV, sum skipið kallast í dag, skal umbyggjast til at fiska lýsing, og annan botnfisk við Uroguay og møguliga við Afrika.
Skipið er bygt á Skálaskipasmiðju í 1987, og hevur havt nøvnini Skálafjall, Beinir, Akraberg, Polonus, Tunus, Dorado og Sjúrðarberg.
Tað er sambært skipaskrásetingini felagið Pesquerias Belnova S.A í Uruguay, sum eigur skipið í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald