Messan, Atlantic Fair byrjaði í Klaksvík fyrrapartin. Messan heldur fram mikudagin og hósdagin.
Føroyska sjómansmissiónin er eisini við og hevur bás nr. 203, sum er í gongini millum høllirnar.
Tveir garvaðir sjómenn vóru millum teir fyrstu sum vitjaðu básin í morgun.
- Vit gingu á skiparaskúla samstundis og vóru lidnir í 1977. Síðani hevur sjógvurin verið arbeiðsplássið og er tað enn, siga Andor Isaksen, skipari á Baki, og Magnus Johansen, sum er stýrimaður við Eivind.
- Vit hava trivist væl men nú styttist tíðin á sjónum, tí aldurin er komin. Hugurin er kortini góður enn, so vit vóna at kunna sigla nakað afturat, siga Magnus, sum hevur siglt í 51 ár og Andor sum hevur siglt í 50 ár.
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Les eisini: Løgmaður: - Okkara tjóðarheilsa er enn bundin at sjónum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald