Innanlands

Gera stórar dagføringar umborð á Norðborg

Pelagiska nóta- og trolskipið, Norðborg, tekur seg væl út við bryggju í høvuðsstaðnum

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2026-03-13 19:57 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Skipasmiðjan Mest, ger stórarbeiði umborð, tí gamla verksmiðjan og frystiútgerðin er tikin úr og nýggj verksmiðja og nýggj frystiútgerð skal setast í.

Á sjálvari verksmiðjuni og í frystingini verður nærum øll útgerðin nýggj, og "sekkingin" av mjølinum verður flutt eina hædd upp.

Harafturat skal lyft gerast í skipið, dekkið millum brúnna og bakkan skal innilokast og aðrar dagføringar gerast.  Arbeiðið kemur at taka nakrar mánaðir og verður eftir ætlan liðugt í summar.

Í morgun vóru menn hjá Mest, millum annað, í holt við at vatnblása dekkið á verksmiðjuni við 3000 bar trýst, so dampur var í rúminum. 

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, meðan menn vóru í gongd við ymisk arbeiðir.

Fýra av maskinmonnunum arbeiddu eisini umborð, har ymiskt er at gera og taka hond í.

Í kaffisteðginum var tíð tikin til prát, Guds orð og bøn.

Tá mynd skuldi takast av Norðborg, stóð ælabogin á himlinum. Ælabogin var tekinið Gud gav Nóa um, at jørðin ikki skuldi ganga undir aftur við vatni.. (1. Mós.9,13)  Sambært Sprotanum er ælabogin: “sjeylittur bogi á luftini”

Teimum umborð á Norðborg og sjófólkinum annars verður ynskt Guds  signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder