Í gjárkvøldið kom útróðrarbáturin Norðsøki aftur av túri á Føroyabanka. Skipari var 72 ára gamli Eyðálvur Vang, og hann var væl nøgdur, væl til passar og segði.
- Vit høvdu 127 stampar við og vit hava umleið 42.000 pund, ella 21 tons. Vit hava umleið 15.000 pund av stórum toski, og so er meginpartur smáfallandi hýsa, og eitt sløg av øðrum fiski.
- Uppá fyrispurning um hetta er besti útróðrartúrur Norðsøki hevur gjørt, svaraði Eyðálvur.
- Fáa vit góðan prís á søluni í morgin, kann hetta gerast besti útróðrartúrur hjá bátinum. Norðsøki hevur metsøluna hjá Fiskamarknaðinum av útróðrabátunum. Nú fáa vit at síggja, um vit taka metið. Tað hevði verið stuttligt, sigur lítillátni Eyðálvur brosandi.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Vit avreiða á Toftum, tí tað er nemmari, tað gongur væl at landa og so fáa vit góðar sømdir, sigur Eyðálvur Vang.
Fýra mans vóru við, og ein er í egningaskúrinum.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald