
Í dag lá stóra frálandavinnuskipið Deep Energy á Havnini. Skipið er bygt í 2013, er 194,5 metrar langt, 31 metrar breitt og er skrásett á Bahamas. Tað er serbygt og er eitt “Pipe Layer” (rørleggjara skip), sum oftast arbeiðir í sambandi við oljurørleiðingar á havbotninum.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag. Har hitti hann Benjo Mahilum Pairat, sum sat vakt inn frá landgongdini. Uppá fyrispurning hvat teir gjørdu á Havnini, svaraði hann.
- Vit arbeiða í bretskum øki stutt frá føroyska markinum. Nú veðrið gjørdist vánaligt og skipið skuldi skifta manning, komu vit á Havnina. Tað er styttri at sigla til Føroyar enn til Skotlands, og so er sambandið til og úr Føroyum gott.
- Hvussu nógv fólk eru við?
- Vit eru 134 fólk umborð. Vit koma frá londum sum Stóra Bretlandi, Írlandi, Póllandi og Filipsoyggjunum, segði hann.
- Hvussu er tænastan tit fáa í Føroyum?
- Hon er góð. Tí komu vit aftur her. Bussar avheinta fólk og koma við fólkið, og so er frítt netsamband á havnarlagnum. Tað kemur væl við, serliga hjá teimum, sum hava familju hinumegin jørðina, segði Benjo Mahilum Pairat.
Manningin fekk ymiskt bíbilskt tilfar á enskum, polskum og á filipinskum.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald