Innanlands

Gott og skitið arbeiði

- Men eg man hava trivist, tí eg havi landað hjá Havsbrún í 35 ár, sigur Kurt Petersen

Kurt Petersen og Magni Jøkladal (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Kurt Petersen og Magni Jøkladal (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-05-17 18:46 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hetta er eitt gott og skitið arbeiði, hóast eg ikki eri skitin beint nú. Men eg man hava trivist, tí eg havi landað hjá Havsbrún  í 35 ár, sigur Kurt Petersen, landari.

- Eg havi landað í nøkur ár, men ikki so leingi sum Kurt. Ja, tað er skitið, men ikki so galið kortini. Vit eru tvey hold og tríggir mans á hvørjum holdi. Vanliga deila vit lastina upp í tvey, so at skilja, at vaktirnar arbeiða næstan líka nógvar tímar, sigur Magni Jøkladal, landari.

- Eru tað fleiri skip, sum skulu landa hvørt eftir annað, mugu vit landa í dagavís. Tá er gott at vit eru tvey hold, so vit landa áleið 12 tímar og hava so frí í 12 tímar, siga Kurt og Magni.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Í dag landaðu teir Arctic Voyager, sum hevði fiskað 1900 tons av svartkjafti.

Teir høvdu roynt í ein útsynning úr Suðuroynni í seks dagar. Har vóru fleiri skip, og tey vóru føroysk, íslendsk, russisk og grønlendsk.

Voyager fer aftur á svartkjaftaveiðu, tá liðugt er at landa.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við nakrar av manningini, og hevði eitt Guds orð og bøn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder