2026-01-22 19:22
Sildafiskiskapurin hevur verið sera góður í norskum sjógvi seinastu dagarnar.
Gøtunes hevur sett kósmóti Tvøroyri, har skipið skal landa 2.650 tons til Varðan Pelagic, sum skipið hevur fiskað í norskum sjógvi.
Gøtunes verður á Tvøroyri í morgin, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu í norskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald