2022-03-24 06:53
Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur nú fiskað lodnukvotuna, og landar seinastu lastina í Fáskrúðsfirði, har teir vera á nátturða í kvøld.
Upplýst verður, at Gøtunes hevur 700 tons av lodnu, og fiskiskapurin hevur verið smáligur í seinastuni.
Gøtunes fer nú at rigga til at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, men í løtuni er so at siga eingin svartkjaftur at fáa í føroyskum sjógvi.
Fagraberg og Christian í Grótinum leita sunnanfyri, men har er lítið og einki at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald