2021-07-02 09:49
Uppsjóvarskipið Gøtunes kom á Tvøroyri fyrrapartin í gjár, har teir skuldiu landa.
Gøtunes hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Gøtunes fekk 620 tons av makreli, og talan var um góða stødd- 465 gramm í miðal.
Veiðan varð landað til Varðan Pelagic, og Gøtunes fór aftur á makrelveiðu í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald