2021-05-28 18:32
Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur júst landað 3000 tons í Skagen.
Gøtunes hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Gøtunes er nú liðugur við svartkjaftafiskiskapin á hesum sinni, og skal nú rigga til makrelfiskiskapin, sum verður í juli.
Gøtunes verður á Runavík um 19 tíðina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald