Innanlands

Gøtunes landað til Varðan Pelagic

Gøtunes er komin inn við 850 tons av lodnu

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-02-17 08:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom í  gjár á Tvøroyri, har skipið skuldi landa.

Gøtunes hevur verið á lodnuveiðu í íslendskum sjógvi, og hevði 850 tons av lodnu við til lands.

Tá ið Gøtunes kom inn, landaði Tróndur í Gøtu og tí mátti Gøtunes bíða til teir sluppu framat í gjárkvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder