2022-05-05 12:33
Gøtunes, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, hevur umleið 1400 tons við til lands, sum verður landaður til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Fiskiskapurin hendan túrin hevur verið heldur smáligur, men av tí at teir landa veiðuna til matna heldur enn ídnað, tekur Gøtunes ikki nógv meira enn 12-1400 tons við til lands.
Tá ið Gøtunes hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald