2024-02-12 20:31
Uppsjóvarskipið Gøtunes er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa 1.900 tons av svartkjafti.
Gøtunes hevur verið til fiskiskap í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin skal landst til ídnað.
Svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald