2021-08-30 08:57
Uppsjóvarskipini Gøtunes og Finnur Fríði hava landað makrel til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Fyrst at landa var Finnur Fríði, sum landaði umleið 1500 tons av makreli, og síðan slapp Gøtunes framat við sínum umleið 750 tonsum.
Talan er um hampiligan fiskiskap, og góða stødd av makreli, sum skipini hava fiskað í altjóða sjógvi.
Bæði skipini fara aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald