Innanlands

Gøtunes og Tróndur í Gøtu landað til Varðan Pelagic

Gøtunes og Tróndur í Gøtu vóru nøkur av skipunum, sum vóru á makrelveiðu í ringa veðrinum um vikuskiftið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-28 15:28 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Gøtunes og Tróndur í Gøtu hava landað makrel til Varðan Pelagic.

Fyrst at landa var Gøtunes, sum landaði 450 tons av makreli. Gøtunes fór aftur til fiskiskap í morgun, og tá byrjaði Tróndur í Gøtu at landa.

Tróndur í Gøtu hevði 250 tons av makreli.

Skipini hava fiskað eystanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder