2025-11-24 19:40
Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur sett kós móti Tvøroyri, har skipið skal landa sild í morgin.
Gøtunes hevur fiskað sild í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Seinastu dagarnar hava føroysku skipini bíða eftir at sildin kom útum markið.
Veiðan verður landað til Varðan Pelagis, og Gøtunes fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald