Uttanlands

Greenpeace í rættin fyri at forða fyri troling

Slepti stórar klettar á einum varðveitingarverdum sjóøki

2021-09-07 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace er stevndur fyri rættin í Bretlandi, tí felagsskapurin fyrr í ár dumpaði stórar klettar í eitt øki í Ermasundi fyri at forða fyri, at troling fer fram í økinum.

Tað er sjóvinnuumsitingin hjá bretsku stjórnini, MMO, sum hevur meldað Greenpeace UK og tess stjóra, John Sauven. Klettarnir vórðu í februar sleptir í einum øki út fyri Brighton, ið verður mett at vera eitt serstakt øki, og er tí lýst sum Marine Protected Area, MPA.

Fyrsti rættarfundur í málinum var í farnu viku í rættinum í Newcastle.

Sauven og Greenpeace UK nokta seg sek í ákærunum. Sauven er í vanda fyri at vera dømdur upp í tvey ára fongsul fyri sín leiklut í málinum. Greenpeace verjir seg við, at tey beinanvegin boðaðu myndugleikunum frá knattstøðunum, har klettarnir vórðu sleptir. Skipaferðslan varð tí beinanvegin ávarað gjøgnum radio. Tey vísa eisini á, at talan var um klettar úr granitt, sum er natúrliga grótslagið í økinum. Klettarnir liggja eisini á einum so stórum dýpi, at teir onga ávirkan hava á havbotn og umhvørvið.

Men hóast hesar undanførslur, so er tað framvegis ólógligt at gera slík inntriv heldur enn at fylgja demokratisku spælireglunum, og tí var tað ólóligt, sum miljøfelagsskapurin gjørdi, verður víst á.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder