Innanlands

Gróðurin økist á Landgrunninum

Fram til umleið hálvan mai var sera lítið av plantuæti í sjónum, men nú eru nøgdirnar vaksnar heilt nógv, sigur Havstovan

2022-05-26 13:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Eftir at sera lítið av plantuæti var á Landgrunninum í vár, er nú meira lív komið í og hesa seinastu vikuna eru nøgdirnar øktar heilt nógv.

Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá Lívfiskastøðini í Skopun, sum m.a. verður kannaður fyri nøgdir av plantuæti. Sjógvurin er pumpaður úr Skopunarfirði og umboðar rættiliga væl tær innaru landgrunsleiðirnar.

Fram til umleið hálvan mai var sera lítið av plantuæti í sjónum, men nú eru nøgdirnar vaksnar heilt nógv og eru nú brádliga væl yvir miðal fyri árstíðina.

Plantuæti er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli. Tí hevur gróðurin stóran týdning fyri føðiviðurskiftini hjá tí fiskaynglinum, sum bleiv gýttur í vár. Spennandi verður at síggja í summar, um tað hevur ávirkað yvirlivilsið av fiskayngli, at gróðurin kom so seint, ella um tann gróðurin, sum nú kom, bjargar árinum, hvat føði til yngul viðvíkur.

Nøgdirnar av plantuæti í Skopunarfirði síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder