Innanlands

Grønanes komin á Vestmanna

SJH Commercial Divers hevur keypt tvíkilju úr Noreg, sum skal brúkast til ymiskt arbeiði

2021-02-12 08:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

SJH Commercial Divers í Vestmanna hevur keypt eina eina tvíkilju frá 2003 úr Noreg. Báturin hevur fingið navnið Grønanes, og kom á Vestmanna seinnapartin í gjár.

Felagið skal brúka bátin til vanligt dykkaraareiði hjá felagnum sjálvum, men eisini til uppgávur hjá SEV og Strandferðsluni.

Grønanes er 18 metrar til longdar og 10,71 metrar breiður. Dýpdin er 3,5 metrar. Báturin hevur fýra motarar, og tveir av teimum eru av slagnum Volvo umframt tveir John Deere motorar.

Á dekkinum eru tveir kranar, har annar kann lyfta 40 tons úti á trimum metrum út frá skipinum.

(Greinin er rættað 12. februar 10:50 við røttum upplýsingum um longd, breidd og motorar)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder