2021-05-31 17:55

Ymiskar eru uppgávurnar á Mest-skipasmiðjuni. Í góðveðrinum í dag varð “visirið”, sum tað eitur á fakmáli, tikið av Teistanum.
Hetta er liður í 20 ára klassingini av Teistanum har legurnar verða skiftar og stemplini umvæld – umframt annað klassingararbeiði. Arbeiðið uppá Teistan gongur annars eftir ætlan, sigur Mest.
Ternan røkir í løtuni siglingina hjá Teistanum á Sandoyarleiðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald