2025-08-26 08:42

Trý grønlendsk skip eru komin til Føroya at landa makrel.
Polar Princess hevur landað umleið 900 tons av frystum makreli í Kollafirði, sum skipið hevur fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri.
Svend C er komin inn við 150 tonsum til Varðan Pelagic, og síðani skal skipið í Ánirnar við 950 frystum makreli.
Tassilaq er komin á Fuglafjørð, har skipið skal landa 830 tons av feskum makreli til Pelagos.
Tasiilaq og Svend C hava eisini verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald