2022-01-16 17:11
Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Ammassak kom um 15 tíðina í dag á Fuglafjør, har skipið skal landa lodnu, sum er fiska í íslendskum sjógvi.
Talan er um umleið 2100 tons av londu, sum skal landast til Havsbrún, har lodnan verður framleidd til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Kiloprisúrin á lodnuni, sum verður landað til ídna liggu um 1,80 krónu, sum er eitt vet lægri enn svartkjafttaprísurin, sum føroyski uppsjóvarskipini fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald