
- Skipini eru 35 ára gomul og motorarnir við. Tey vóru væl slitin og tá kostar viðlíkahaldið hareftir. Vit sóu okkum ikki aðrar møguleikar enn at gera hetta, sigur John Martin Poulsen.
17. mars fóru samtrolararnir í Hvalba, Hamranes og Breiðanes til Thyborøn í Danmarkar. Har skuldu skipini fáa eina stóra umbygging, ella “endurnýggjan”, nú tey vóru 35 ár.
Nú eru tey afturkomin og sjómanstrúboðarin hevur vitjað umborð. Har hitti hann m.a. skiparan á Hamranesi, John Martin Poulsen.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Uppá fyrispurning um, hvat er gjørt við skipini, svarar hann:
- Vit hava skift alla drívlinjuna út. Høvuðsmotorarnir, kervini (gearini) og skrúvurnar eru skiftar. Harafturat er dysurnar og róðruni skift, og trolspøluni og ísmaskinurnar eru skiftar!
- Síðurnar eru innilukkaðar frá stýrhúsinum og aftur til gálgarnar. Skipini eru málaði frá kjølinum til mastrartopparna, og lastirnar eru sandblástar og málaðar, sigur hann.
- Hví gera tit hetta við skipuni?
- Skipini eru 35 ára gomul og motorarnir við. Tey vóru væl slitin og tá kostar viðlíkahaldið hareftir. Vit sóu okkum ikki aðrar møguleikar enn at gera hetta, sigur hann.
- Gomlu motorarnir vóru í minna lagið. Hesir eru 400 hk. størri og hava størri skrúvu, og tí verður sleipiorkan væl størri. Vit fara frá eini sleipiorku á 17 tons upp á 26 tons, sigur John Martin.
- Nú liggja vit á Runavík, har ymiskir snøklar skulu gerast. Nýggju ísmaskinurnar og trolspøluni skulu setast til og so eru aðrir snøklar sum skulu gerast. Vit vóna av vera klárir til fiskiskap tá vikan er liðug, sigur hann.
- Upsaskipini hava fingið nógvan fisk, tíðina vit hava verið í Danmark. Teir fáa fisk enn, so vit vóna at góði fiskiskapurin heldur á eina tíð afturat, sigur John Martin.
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald