Innanlands

Hanus Hansen eigur nú í Arctic Viking

Hevur keypt ein part av felagnum Pf. Líðin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-09 13:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hanus Hansen, stórreiðari við felagnum JFK í Klaksvík, er nú eisini eigari og nevndarlimur í Pf. Líðini í Kollafirði, sum eigur trolaran Arctic Viking.

Alment er ikki komið fram, hvussu stóran part av felagnum Hanus Hansen hevur keypt.

- Vit ynskja ikki at upplýsa um slíkt, sigur Jóhan Joensen, stjóri í felagnum.

Áðrenn Hanus Hansen kom upp í felagið, vóru teir sjey eigarar í felagnum. Hanus Hansen er nú komin upp í nevndina í partafelagnum sum áttandi maður.

Jóhan Joensen sigur við portal.fo, at nýggju eigaraviðurskiftini ikki fara at fáa nakra ávirkan á raksturin av Arctic Viking.

- Vit síggja tað meira sum ein møguleiki fyri samstarvi, sigur hann.

Arctic Viking er bygdur sum rækjutrolari í 1986, men var í 2019 umvældur fyri 30 milliónir krónur, tá skipið eitt nú fekk nýggjan høvuðsmotor umframt ymsar stórar dagføringar.

Arktic Viking hevur rækjuloyvir í Eysturgrønlandi, russiskum sjógvi, við Svalbarð og í altjóða sjógvi. Í ár hevur skipið keypt rættindi til eisini at fiska kongafisk, svartkalva og annan fisk í altjóða Nafo-øki. 

(Grein rættað kl. 1505 viðvíkjandi fiskiloyvunum hjá Arctic Viking)

[object Object](Savnsmynd Kiran Jóhannesarson)




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder