Innanlands

Hanus Kjølbro farin frá eftir 25 ár

Hanus Kjølbro, ið hevur verið í farloyvi sum sjómansskrúlalærari, er nú farin frá, og í hesum sambandi varð skipað fyri móttøkuá Sjónámi hósdagin

2024-06-22 18:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hanus Kjølbro, ið hevur verið í farloyvi sum sjómansskúlalærari, er nú eftir 25 ára starvsdag sín endaliga farin frá.

Í hesum sambandi varð skipað fyri móttøku eftir próvhandanina hósdagin 20. juni á Sjónámi.

Fyrrverandi sjómansskúlalærari Óli Olsen bar fram eina hugfarsliga og skemtiliga fráfaringarrøðu fyri Hanusi, har hann m.a. mintist á hendan evnaríka mannin sum frá ungum byrjaði læraragerningin á táverandi Klaksvíkar Sjómansskúla. Óli hevði fleiri góðar og skemtiligar anekdotur í síni røðu, ið vóru við at gera løtuna minniliga fyri Hanus og familju hansara umframt gomlu starvsfelagar Hanusar.

Óli handaði Hanusi eitt oljukrit listarverk eftir Olivur við Neyst í fráfaringargávu.

Sjónám

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder