Í gjár var nýggjasta skipið hjá Navigare, Hav Fles, handað reiðarínum.
Skrokkurin er gjørdur í Póllandi og skipið er gjørt liðugt á Royal T Shipyards í Kampen, Holland.
Hav Fles er systirskip við Hav Leiti. Skipið er 89,98 metrar langt og 15,45 breitt, hevur fýra Volvo motorar og hevur tað sokallaða “Diesel electric” útgerðina.
Skipið er nýliga fari úr Harlingen og er ávegis til Rotterdam, har tað skal lasta fyrstu lastina.
Seinni verður móttøka fyri skipinum í Søldarfirði.
Arni Rasmussen, skrivaði undir vegna Navigare og stjórin vegna skipasmiðjuna.
Átta mans eru við og skipari er Ingvard Hentze.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir reiðarínum tillukku og Guds signing við Hav Fles.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald