- Tað hevur verið heldur minni at fáa av toski í Eysturgrønlandi í ár enn í fjør. Støddin hevur eisini verið heldur smærri. Harafturímóti er prísurin væl betri, so samanlagt er tað í lagið, sigur Gunnar.
Mánadagin lá grønlendska línuskipið Masilik og landaði á Fuglafirði.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við skiparan Gunnar Olsen. Hann segði:
- Vit hava roynt í Eysturgrønlandi og hava gjørt tveir túrar í sjey vikur. Fyrri túrurin vardi í tvær vikur og vit fingu 250 tons og seinni túrurin vardi í tríggjar vikur og gav 215 tons.
- Fyrri túrurin var skjótur og góður, meðan tann seinni var heldur drúgvur, orsaka av, at vit fingu avbjóðingar við ísi, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Tað hevur verið heldur minni at fáa av toski í Eysturgrønlandi í ár enn í fjør. Støddin hevur eisini verið heldur smærri. Harafturímóti er prísurin væl betri, so samanlagt er tað í lagið, sigur Gunnar.
Hann heldur, at royndin eftir toski í Eysturgrønlandi er meiri nú enn fyri árum síðani. Harafturat royna nógv skip á somu leiðum og samstundis. Tað sæst óivað aftur í fiskiskapinum. Part av árinum royna teir í Vesturgrønlandi.
- Skipið er ávegis til Skagen, har tað skal til 25 ára klassing og styrkjast, so vit betur kunnu royna í ísi. Tí landa vit her í Fuglafirði og skifta manning. Dupult manning er til skipið, so vit eru heima helvtina av árinum. Tað er ein góð skipan, sigur Gunnar.
Masilik hevur dragibrunn. Gunnar heldur, at tað er bæði gott og trygt undir øllum umstøðum. Kanska tað hevði verið stuttligt onkran góðan summardag, við stilli og sól, at sæð fiskin komi inn um lúnningini, men restina av árinum er einki móti dragibrunni.
Teir fingu skriftstað og bøn var biðin fyri skipi og manning.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald