Innanlands

Hava keypt nýtt skip fyri Sandshavið

Eigararnir av ísfiskalínuskipinum Sandshavið, hava keypt eitt frystilínuskip úr Íslandi

Kristrún er avloysaraskipið fyri Sandshavið (Mynd: Shipspotting.com)

Kristrún er avloysaraskipið fyri Sandshavið (Mynd: Shipspotting.com)

2022-04-06 23:30 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan verður um frystilínuskipið Kristrún úr Reykjavík, sum skal avloysa Sandshavið. Hóast Kristrún og Sandshavið eru javngomul, er Kristrún eitt stig rætta vegin tá ið talan er um menning.

Seinastu árini eru fleiri ísfiskalínuskip skift út ið frystilínuskip, og nú er so enn ein avloysing gjørd.

Eigararnir aftanfyri Sandshavið hava keypt eitt størri og betri skip fyri Sandshavið.

Nýggja skipið er 47,7 metrar langt og 9 metrar breitt, meðan Sandshavið er 34 metrar langt og 7,5 metrar breitt.

Skipið, sum helst fær navnið Sandshavið klárar at frysta 20 tons um døgni, og hetta gevur munandi betri umstøður at reka fiskiskapin enn tað ger í løtuni. Eitt nú kunnu túrarnir í Grønlandi og Íslandi gerast longri og nýggja skipið kann eisini fara á Flemmish Kap.

Nýggja Sandshavið er sama slag sum Kambur, Eivind og Jákup B, men eins og við Jákup B, er nýggja Sandshavið longt síðan tað var bygt.

Kristrún er í løtuni til fiskiskap, og verður yvirtikið um ein góðan mánaða.

Hvat keypsprísurin er vita vit ikki. 

[object Object]Sandshavið verður nú skift út við eitt frystilínuskip (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder