Innanlands

Hava ov mikið at sigla við

Síðstu mongu mánaðirnar hevur skipið siglt mest í Norra, og so er onkur túrur til Føroya av og á, sigur Mainhard Danielsen, skipari, á Hav Vestlandiu

Mainhard Danielsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Mainhard Danielsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-10-14 20:33 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit komu úr Norra við skervi og salti. Tey 2500 tonsini av grúsi og skervi, løgdu vit upp í Klaksvík týsdagin; og nú liggja vit á Runavík og lossa 1000 tons av salti. 

Tað segði Mainhard Danielsen, skipari, á Hav Vestlandiu, við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð í gjár.

- Tá vit eru lidnir at lossa í Runavík, verður kósin sett móti Stavanger. Har skulu vit lasta 3000 tons av mjøli til Myre í Norðurnorra, sigur hann.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Tað er ov mikið at sigla við; so tað er gott. Vit sigla nógv við mjøli til alifóðurframleiðslu, men sigla eisini við sandi, skervi, skrotti og øðrum, sigur hann.

- Vit sigla nógv í Skandinavia, men gera eisini túrar til Hollands, Týsklands og onnur lond. Síðstu mongu mánaðirnar hevur skipið siglt mest í Norra, og so er onkur túrur til Føroya av og á. Vit eru seks vikur umborð og hava so frí í seks vikur, og vit eru sjey mans umborð í senn, sigur Mainhard Danielsen.

Nevnast kann eisini, at fyri stuttum varð Mainhard heiðraður fyri at hava siglt hjá reiðarínum í 20 ár.

Frá sjómanstrúboðaranum fekk manningin millum annað ein geyma við 70 videoupptøkum av “Syngið við” sangum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder