Nomatek framleiddi fyrr í ár eina nótavaskimaskinu til Vónina, sum er 60 kubikkmetrar, og harvið ein av heimsins størstu nótavaskimaskinum.
Síðani hevur Hampiðjan í Íslandi, sum í dag eigur Vónina, keypt eina sama slag til nýggja nótavirkið á Ísafirði. Hampiðjan er eitt av fremstu virkjunum í heiminum innan framleiðslu og menning av trolum, nótum og alinótum.
Orsøkin til at nótavaskimaskinurnar eru so stórar er, at nótirnar í dag eru upp í 220 metrar í ummáli og 15 metrar djúpar. Hesar nótirnar viga um 20 tons, tá tær koma upp úr sjónum.
Nótirnar verða umleið eina ferð um árið vaskaðar og sóttreinsaðar.
Vatnið frá vaskingini krevur eina serstaka reinsing, serliga tí nótirnar kunnu vera impregneraðar við kopari. Tí hevur Nomatek saman við Vónini á Norðskála ment eina reinsiskipan, sum reinsar kopar og onnur evni úr nótunum.
Bæði vaskimaskinan og reinsiskipanin eru automatisk, og øll stýringin, programmeringing og el-arbeiðið verður veitt av RV Tøkni í Klaksvik.
Nú hevur Hampiðjan eisini bílagt eina kompletta reinsiskipan til Ísafjørðin.
Hampiðjan varð stovnað í 1934 í Reykjavík, og eru í dag á 35 støðum runt um í heiminum. Í sambandi við alingina byggja teir út við nótavirkjum við vasking og turking av alinótum.
Prísurin fyri vaskimaskinu og reinsiskipan íroknað stýring liggur um 8 milliónir krónur.
Nomatek hevur tey síðstu 15 árini framleitt vaskimaskinur til alinótir til nótavirkið hjá Vónini á Norðskála og hevur í nógv ár verið ein høvuðsveitari til ali- og fiskivinnuna.
Tíðindaskriv frá Nomatek
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald