Uppsjóvarskipið Fagraberg úr Fuglafirði er lagt í Søldarfirði, og hevur fingið navnið Gamli Fagraberg.
- Fagraberg er lagdur, og skal seljast. Nýggja skipið, sum vit yvirtaka fyrst í næstu viku, skal eita Fagraberg, og tí má undanfarna skip fáa annað navn, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Kenda uppsjóvarskipið úr Fuglafirði hevur tí fingið navnið Gamli Fagraberg, og er settur á sølulista.
- Vit spurdu Skipaskrásetingina um skipið kundi eita Fagraberg l, men tað var ikki møguligt, og tí valdu vit at skipið skuldi fáa navnið Gamli Fagraberg, sigur Anfinn Olsen.
Nýggi Fagraberg kom til Skagen í gjár, og skipið verður yvirtikið fyrst í koamdi viku. Síðani skal skipið í dokk í Skagen, og síðani kemur skipið til Føroya.
Framherji hevur keypt hetlendska uppsjóvarskipið Serene fyri 250 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald