Altjóða tíðindastovan Reuters hevur tilnevnt Hiddenfjord eina heiðursløn fyri átøk fyri burðardygd.
Tilnevningin er serliga grundað á avgerðina hjá føroysku alifyritøkuni at flyta laksin sjóvegis heldur enn loftvegis, skrivar Hiddenfjord í tíðindaskrivi.
Responsible Business heiðurslønir hjá Reuters viðurkenna fyritøkur, ið hava jaliga ávirkan á vinnulívið, samfeløg og umhvørvið, og sum ganga á odda á hesum økjum.
CO2-útlátið fyri langvegis flutning av laksi hjá Hiddenfjord er minkað heili 94 prosent, síðani alifyritøkan gavst at flúgva laks fyri skjótt tveimum árum síðani. Hiddenfjord skrivar, at umleið 100.000 tons av CO2-eindum eru spard við at sigla í staðin fyri at flúgva.
– Vit eru partur av einum altjóða heimi, ið hevur felags ábyrgd at hugsa um umhvørvið og avbjóðingarnar, ið veðurlagsbroytingar hava við sær. Vit mugu tora at taka stór stig, sum gera veruligan mun, tá ið talan er um útlát, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.
Hiddenfjord er tilnevnt í bólkinum Business Transformation Awards. Millum fyritøkurnar, ið eru tilnevndar eina Responsible Business heiðursløn, eru PepsiCo, Microsoft, Amazon, Volvo og Nestlé.
Hósdagin 13. oktober verður greitt, hvør vinnur eina Responsible Business heiðursløn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald