Eitt av føroysku skipunum, sum var burtur á jólum og á nýggjárinum var Hav Alda. Teir sigla við alifóðri frá Havsbrún, til alingina hjá Bakkafrosti í Skotlandi.
Hav Alda fór úr Føroyum 13. desembur og verður ætlandi aftur í vikuni.
Tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum, fekk hann eitt prát við tríggjar av manningini. Skiparin Napoleon Vestergaard segði soleiðis:
- Vit hava lastað fult skip, sum er umleið 2300 tons. Fóðrið er í stórum sekkjum, sum vit hiva upp á fóðurflakarnar, og so fer tað niður í rúmini á flakunum, og verður blást út í ringarnar.
- Tá vit hava fult skip, koma tí vit óivað at fylla fóður í einar 35 fóðurflakar. Tí koma vit at sigla nógv runt í aliøkinum í Skotlandi, segði Napoleon.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Ræsta kjøtið, dunnur og nógv annað gott var komið umborð, so teir ikki skuldu sita svangir um jólini og á nýggjárinum. Harafturat vóru jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum umborð. Tá var klárt at loysa, søgdu teir skemtandi.
Hav Alda kom í føroyska flotan í 2021 og hevur verið øll fimm jólini í Skotlandi. Manningin skiftir, so teir eru annað hvørt ár umborð á jólum og um ársskiftið.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt gott nýggjár og Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald